Innanlands

11 mánaðar treytaleys fongsulsrevsing fyri at smugla kokain og hash

Hann kom til Føroya við Norrønu í juli, og í bilinum fann løgreglan 21,8 gram av reinum kokaini umframt 47,9 gram av øðrum pulvuri

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-08-26 17:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein maður er dømdur 11 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing í Føroya Rætti í dag, fyri at hava smuglað kokain og hash til Føroya.

Hesum boðar løgreglan frá.

Maðurin varð steðgaður av tollvaldinum, tá hann kom til Føroya við Norrønu í juli. Í bilinum, hann var í, fann løgreglan 21,8 gram av reinum kokaini, umframt 47,9 gram av øðrum pulvuri, ið ákæruvaldið gjørdi galdandi skuldi blandast við kokaini, fyri at fáa eina størri nøgd.

Rætturin metti, at samlaða nøgdin var 50 gram av kokaini. Afturat hesum hevði maðurin uml. 1200 gram av hashi við sær til Føroya.

Kokain er bólkað, sum serliga farligt rúsevni, og tí er revsingin fyri at smugla hetta til Føroya serliga strang samanborið við danska rættarsiðvenju.

Maðurin, sum játtaði seg sekan, var í dag dømdur 11 mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder