Uttanlands

11 mans handtiknir fyri NemID-stuldur

Danmark: Menninir løgdu avlesingarritbúnað á almennar bókasavnsteldur

2020-06-19 08:41 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska løgreglan handtók í gjár 11 mans í einum máli um snýt við NemID. Menninir eru í aldrinum 16 til 30 ár, og eru skuldsettir fyri svik við dátum. Sambært skuldsetingini hava teir í fleiri førum skaffað loyniorð og loynikort hjá fólki og harvið fingið atgongd til teirra kontur.

Menninir vórðu handtiknir í eini samskipaðari atsókn kring alt landið, skrivar Ritzau.

Drúgt kanningararbeiðið liggur aftan fyri handtøkurnar. Svikagerðirnar hava gingið fyri seg yvir langa tíð. Teir handtiknu koma frá Aarhus, Odense, Vestursælandi og Keypmannahavnarøkinum.

- Talan er um skipað lógarbrot, sum krevur neyva tilrættislegging og hetta hevur rakt fleiri ósekar borgarar, sigur leiðarin fyri serligu kanningardeildini hjá donsku løgregluni, Carit Andersen í tíðindaskrivi.

Løgreglan upplýsir ikki hvussu snýtararnir hava fingið fatur á viðkvæmu upplýsingarnar.

Men sambært DR arbeiðir løgreglan við einum ástøði um, at teir skuldsettu eitt nú hava sett upp sokallaðar ’keylogg’arar’ á fleiri teldum á bókasøvnum og harvið fingið fatur í brúkarasamleikum og loyniorðum.

Keyloggarar er eitt forrit, ið kann lesa, hvat verður skrivað á knappaborðinum.

Við samleikanum – sokallaða brúkara-id – og loyniorðum hava gerningsmenninir kunnað fylgt við, nær brúkarin hevur fingið nýtt lyklakort og síðan stolið tað úr postkassanum, skrivar dr.dk.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder