Innanlands

11 menn og fýra kvinnur hava søkt starvið sum stjóri á Tjóðpalli Føroya

Nakrar umsóknir eru komnar úr øðrum londum. Freistin at søkja starvið var mánadagin, og ætlanin er, at starvið verður sett 1. februar.

2020-01-08 14:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

15 fólk vilja vera stjóri á Tjóðpalli Føroya, og talan er um 11 menn og fýra kvinnur, sum hava søkt starvið. Hetta upplýsir forkvinnan í Leiklistaráðnum, Ingibjørg Berg, fyri Kringvarpinum.

kvf.fo skrivar, at lýst er eisini í útlendskum miðlum eftir nýggjum stjóra, og umsóknir eru komnar úr Danmark, Íslandi og Finnlandi.

Jenny Petersen hevur verið stjóri á Tjóðpalli Føroya seinastu tíggju árini.  Leiklistaráðið fer nú í gongd við setanartilgongdina, og ætlanin er, at 1. februar er starvið sett.

 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder