Innanlands

1,1 millión latin í útoyggjastuðli

Hesi 32 fingu stuðul til útoyggjamenning í ár

Bakkalon í Hattarvík (Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið)

Bakkalon í Hattarvík (Mynd: Umhvørvis- og vinnumálaráðið)

2021-07-22 17:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

32 umsóknir hava fingið játtað stuðul til útoyggjamenning í ár. Tá freistin at søkja um stuðul var farin í vár, hevði Umhvørvis- og vinnumálaráðið fingið 44 umsóknir um stuðul til útoyggjamenning fyri 5,8 mió. kr. Í fjør komu 31 umsóknir fyri 4,2 mió. kr.

Útoyggjastuðulin í ár er 1.1 mió. kr. Umsóknirnar vórðu soleiðis býttar:

9 umsóknir vóru til verkætlanir í Fugloy, 11 til verkætlanir í Svínoy, 10 í Kalsoy, 2 í Hesti, 1 í Skúvoy, 1 í Stóru Dímun og 8 til verkætlanir í Mykinesi. Harumframt var 1 umsókn frá Útoyggjafelagnum til rakstrarstuðul, 1 umsókn fevndi um fleiri útoyggjar og 1 fall uttanfyri endamálið.

3 av umsóknunum eru frá kommunum.

Hesar verkætlanir hava fingið stuðul:

  • Úttoyggjafelagið 260 tús. kr.
  • Umvæling av flettingarhøli í Hattarvík – framhald 25 tús. kr
  • Umvæling av vegginum "á Vegginum" á Kirkju – framhald 25 tús. kr.
  • Umbygging av neysti niðri á bakkanum í Hattarvík 20 tús. kr.
  • Bakkalon í Hattarvík – framhald 30 tús. kr.
  • Vakstrarhús til grønmeti og urtir í Hattarvík – framhald 50 tús. kr.
  • KERLON – byggja tvey neyst upp aftur í Hattarvík framhald 15 tús. kr.
  • Listabýli og filmsverkstaður í Hattarvík 20 tús. kr.
  • Myndir og staðarnøvn á útoyggj – framhald 10 tús. kr.
  • Kafe/køkur og matarhøli v.m. Garðurin á Stórheygnum í Svínoy – framhald 20 tús. kr.
  • Felagið Bjarnafossur, bátasavn í Svínoy – framhald 30 tús. kr.
  • Tróndarstova, orku- og aquaponics vakstrarhús í Svínoy – framhald 25 tús. kr.
  • Sláturhølið í Svínoy – framhald 25 tús. kr.
  • Umvæling av svimjihylinum í Svínoy 45 tús. kr.
  • Neystagrundirnar yviri við Eiðið í Svínoy – framhald 45 tús. kr.
  • Flettingarrúm – Hoyskorgarður 25 tús. kr.
  • Ístandsetan av bygdarhúsinum á Húsum - framhald 25 tús. kr.
  • Fjósið á Blankskálagarði á Syðradali K, framhald 50 tús. kr.
  • Kaffihús í Mikladali – framhald 25 tús. kr.
  • Móttøka, slátur og virðisøking av slátri, Mikladali – framhald 25 tús. kr.
  • Broyta gamalt neytafjós til nýmótans seyða- og sláturhús á Trøllanesi – framhald 25 tús. kr.
  • Endurreisa gróthús á Syðradali K. 10 tús. kr.
  • Fjós og sláturhús í Mykinesi, Eyðansstovugarður – framhald 30 tús. kr.
  • Liðugtgerð av tveimum úthúsum til yvirnátting í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Úthús til matgerð/sláturhús í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Verja og umvæling av minnisvarðanum í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Fríðkan av og storytelling í kaféini/matstovuni The Local í Mykinesi 25 tús. kr.
  • Menning av grønmetisframleiðslu í Mykinesi 10 tús. kr.
  • Ábøtur og fríðkan av fjósi í Skúvoy 30 tús. kr.
  • Krana at landa fisk o.a. í Hesti framhald 25 tús. kr.
  • Broyta neytafjós í Hesti til slátur- og seyðahús – framhald 25 tús. kr.
  • Hitaviðgerð (pasteurisering) av rótadjúsi til brygging í Dímun 50 tús. kr.

Endamálið við játtanini er at stuðla tiltøkum, sum eru mennandi fyri útoyggjar. Stuðulin kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder