Innanlands

11 revsimál á skrá hjá Eystara Landsrætti í Føroyum

Eystari Landsrættur er í Føroyum í viku 34 og 35 – Málini snúgva seg milllum annað um brot á djóravælferðarlógina, lóggávuna um rúsandi evni, harðskap, vitnihóttanir, neyðtøku og brot á ferðslulógina

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-08-21 10:35 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroya Politi: Eystari Landsrættur viðger revsimál, sum eru avgjørd í Føroya Rætti, og sum eru kærd. Dómar, sum Føroya Rættur sigur, kunnu kærast av ákæruvaldinum og av tí dømda. Eystari Landsrættur er í Føroyum tríggjar ferðir um árið.

Hesa ferð Eystari Landsrættur er í Føroyum, eru 11 revsimál á skrá. Fáar avmarkingar eru í, hvørju mál kunnu kærast, og tí eru málini, sum skulu viðgerast í landsrættinum ymisk. Málini snúgva seg milllum annað um brot á djóravælferðarlógina, lóggávuna um rúsandi evni, harðskap, vitnihóttanir, neyðtøku og brot á ferðslulógina.

Dómarnir, sum eru sagdir í Eystara Landsrætti, kunnu í útgangsstøðinum ikki kærast.

Rættarlistin, t.e. skráin fyri mál, sum verða viðgjørd í viku 34 og 35, er tøkur her. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder