Uttanlands

11 ukrainsk børn í móttøkuflokki í Eysturskúlanum

Allir ukrainsku næmingarnir, sum eru komnir í Tórshavnar kommunu, eru savnaðir í Eysturskúlanum, og skipanin er, at næmingarnir eru í móttøkuflokki eina tíð, áðrenn teir fara út í vanligar flokkar

(Savnsmyn)

(Savnsmyn)

2023-01-24 18:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í mai í fjør fóru tey í Eysturskúlanum í Havn undir móttøkuflokk ætlaður ukrainskum næmingum. Byrjað var við trimum næmingum, og nú eru teir 11.

Allir ukrainsku næmingarnir, sum eru komnir í Tórshavnar kommunu, eru savnaðir í Eysturskúlanum. Umframt teir 11 í móttøkuflokkinum, er ein næmingur, sum byrjaði í 1. flokki í august, samstundis sum hinir næmingarnar, og mett var ikki, at tað var neyðugt hjá honum at ganga í móttøkuflokkinum.

Skipanin er, at næmingarnir eru í móttøkuflokki eina tíð, áðrenn teir fara út í vanligar flokkar. Hvussu leingi teir eru í móttøkuflokkinum, veldst um, hvussu skjótt teir læra so frægt føroyskt, at teir kunnu fylgja við vanligu undirvísingini, skrivar Skúlablaðið.

Ukrainsku næmingarnir eru millum átta og 14 ár. Teir hava tríggjar lærarar. Ein tekur sær burturav av føroyskum 10-12 tímar um vikuna, ein hevur næmingarnar fýra tímar í enskum, og so hava teir ein ukrainskan lærara, sum hevur teir í støddfrøði o.ø. Viðkomandi hjálpir næmingum í øðrum lærugreinum eisini, um tørvur er á tí.

– Ukrainski lærarin kom til Føroya í heyst, dugir hampiliga væl enskt, og so hon lærir seg føroyskt. Hon tekur sær nógv av at samskifta við næmingarnar um ymiskt og er millumlið millum næmingarnar og lærararnar og til heimini, sigur Eyðna Magnussen, skúlastjóri í Eysturskúlanum við Skúlablaðið.

Les meira her.

Les eisini: Unicef: Kríggið í Ukraina ávirkar skúlagongdina hjá fleiri enn fimm milliónum børnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder