Uttanlands

116 ára gomul brasilsk nunna nú elsti persónur í heiminum

Inah Canabarro Lucas hevur síðan 29. desember verið heimsins elsti núlivandi persónur

(Mynd: Guinness World Records)

(Mynd: Guinness World Records)

2025-01-05 09:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

116 ára gamla brasilska nunnan Inah Canabarro Lucas hevur nú yvirtikið heitið sum elsti núlivandi persónur í heiminum.

Hon yvirtekur heitið frá japansku Tomiko Itooka, sum andaðist 29. desember, 116 ára gomul.

Les eisini: Heimsins elsta deyð

Inah Canabarro Lucas varð fødd í São Francisco de Assis í sunnara parti av Brasil í 1908. Hon hevur verið nunna, síðan hon var 20 ára gomul, og hevur hon í mong ár undirvíst í bæði støddfrøði og portugisiskum, skrivar Guinness World Records.

Inah Canabarro Lucas er næstelsta nunna, sum nakrantíð er skrásett. Elsta nunna, sum nakrantíð hevur livað, er Lucile Randon, eisini kend sum systur André. Frá apríl 2022 til januar 2023 var hon elsti persónur í heiminum. Hon gjørdist 118 ár og 340 dagar gomul.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder