19 filmar komu inn til filmskappingina "SprittFisk", sum Filmverkstovan Klippfisk skipaði fyri fyrst í mánaðinum.
60 luttakarar høvdu teknað seg til kappingina. Yngsti luttakarin var 6 ár og tann elsti 76. Eingi krøv vóru til filmsroyndir, filmsútgerð ella filmssjangru.
Evnið var Korona, men hugtakið Korona ella Covid-19 mátti ikki nevnast í filminum, sum skuldi vera 3-7 minuttir til longdar. Dómsnevndin legði dent á ta góðu søguna og ta persónligu søguna. Tey, sum mannaðu dómsnevndina vóru Heini í Skorini, Teitur Lassen og Hanna Jensen.
Allir 19 filmar vórðu sýndir sunnukvøldið 12. juli, og síðani varð vinnarin avdúkaður. Tað gjørdist 12 ára gamla Vigga Hansen úr Havn.
Filmurin uttan heiti, er ein filmaður filosofiskur dagbókatekstur frá aktuella koronu-tiðarskeiðnum; heilt neyvt fevnir hann um dagin, tá kunngjørt varð, at skúlar, frítíðarskúlar og dagstovnar stongdu, og til konkluderandi skrivingina tann 18. mai, sum var dagurin, tá restin av skúlabørnunum i hesum aldrinum fóru í skúla aftur.
Um filmin, sum sæst omanfyri, segði dómsnevndin ma. soleiðis:
– Útsagnirnar eru kveikjandi og elva til kjak og hugsan. Filmurin setur spurningar um, hvussu mann skal liva, tá mann hevur tað á ein ávísan hátt, og hann leggur seg væl í dagbókasjangruna sum ein føroysk Anna Frank, men í filmsmiðli og við avbyrgingini í felag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald