2021-10-09 14:43

Í gjár vóru 12 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og í øllum førum er smittukeldan kend.
Samstundis eru 12 persónar eisini staðfestir frískir, og er talið á smittaðum í løtuni framvegis 119.
1280 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Ein persónur er innlagdur við koronu, og 383 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald