Innanlands

12 skamtar fyri skeyti á útoyggj

Tað er so mikið nógv koppingarevni í landinum, at tað nú verður mett ráðiligt at lata skamtar fara fyri skeyti. Tá eitt koppsetingartoymi prikaði 23 fólk á útoyggj í síðstu viku, fóru 12 skamtar til spillis

(Mynd: Sjúkrahúsverkið)

(Mynd: Sjúkrahúsverkið)

2021-08-17 21:32 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Tað er nógv til av koppingarevni ímóti koronu í landinum. Í øllum førum verður tað nú mett ráðiligt at lata skamtar fara fyri skeyti, tá koppsett verður á útoyggj.

Týsdagin í síðstu viku fór eitt koppsetingartoymi hjá Sjúkrahúsverkinum út á seks smáar oyggjar og koppsetti 23 fólk.

At flyta koppingarevni er trupult og hevur við sær, at nakrar fara til spillis. Í hesum førinum fóru 12 skamtar fyri skeyti, upplýsir Sjúkrahúsverki.

Talan var um 20 fólk, sum fingu fyrra prikið og trý, sum fingu tað seinna.

Les alla greinina ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder