2024-05-04 18:50
Grindin sum fyrr í dag varð hildin til í Klaksvík taldi 40 hvalir.
Tað vóru fólk á Trøllanesi, sum um hálvgun átta tíðina í morgun sóu grindina, og boðaðu frá.
Seðlarnir komu út seinnapartin, og tá tikið varð burtur av til sambýli og annað, vóru 185 skinn at deila í 147 drápspartar. Tað er gott 1,2 skinn hvør.
Hetta var ársins frysta grind.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald