Mentan

12 stuttfilmar komnir inn til skúlakappingina hjá Námi

Lívið í havinum er útvalda heimsmálið hesuferð. Fríggjadagin 11. desember verða filmarnir sýndir í Havnar Bio, har vinnarin, sum fær 30.000 krónur, verður kosin

Ocean Literacy er evnið (Mynd: Harald Bjørgvin)

Ocean Literacy er evnið (Mynd: Harald Bjørgvin)

2020-11-24 13:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá freistin var úti á midnátt í gjárkvøldið, vóru 12 filmar komnir inn til skúlakappingina hjá Námi at gera stuttfilm um Heimsmálini. Talan er um eina árliga kapping, har vinnarin fær 30.000 krónur.

Hesuferð var úrvalda heimsmálið, tað sum var nummar 14: Lívið í havinum - á enskum Ocean Literacy.

Sum nakað nýtt verða allir teir innkomnu filmarnir í stuttfilmskappingini hjá Námi vístir á stóra løriftinum í Havnar Bio. Tað er fríggjakvøldið 11. desember kl 19:00. Øll tey, sum hava luttikið, hava ókeypis atgongd og fáa ókeypis poppkorn og kola afturvið, boðar Nám frá. Tiltakið varar ein góðan tíma.

Eyðun Gaard, stjóri í Námi, verður til staðar og fer at kunngera vinnaran við orðingini frá dómsnevndini. Árni Øregaard er formaður í dómsnevndini, 

 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder