2021-09-24 14:28

Í gjár vórðu 12 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónarnir eru smittaðir í Føroyum, skrivar corona.fo. Í 11 førum er smittukeldan kend, og í einum føri er smittukeldan ikki kend.
521 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Í løtuni eru 57 smittað í Føroyum. Ein persónur er staðfestur frískur aftur síðan í gjár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald