2021-10-12 13:02

Í gjár vóru 12 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum. Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og smittukeldan er kend í øllum førum.
1307 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið.
Sambært corona.fo er ein rætting gjørd í samlaða smittutalinum, eftir at tveir tilburðir, sum vórðu staðfestir, hóast alt ikki vóru positivir.
Í løtuni eru 106 staðfest smittað við koronu í Føroyum, og ein teirra er innlagdur. 214 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald