
Mánadagin 17. februar á middegi var freistin at søkja um stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi úti.
Heimasíðan hjá Granskingarráðnum upplýsir, at peningurin kemur frá granskingarskránni MARiNAO
- Granskingarskráin er fíggjað av danska Fólkatinginum og verður umsitin av Granskingarráðnum. Skráin hevur sum endamál at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi og at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking.
Fígging er treytað av, at fíggjarlógin fyri 2026 verður samtykt av Fólkatinginum.
Tað eru 14,4 milliónir tøkar úr hesum grunninum í hesum umfarinum.
Granskingarráðið skrivar, at søkt varð um til samans 42,6 milliónir hesaferð. Harvið er tøka upphæddin tríggjar ferðir undir eftirspurningin.
Ætlanin er at fíggja upp til fýra verkætlanir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald