Mentan

120 fólk á fólkafundi í Lítlu Dímun

Seinnapartin hava umleið 120 fólk verið á fólkafundi á minstu oynni í landinum

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2019-05-30 18:37 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fjórði fólkafundurin í røðini á Lítlu Dímun, varð hildin seinnapartin í dag, og umleið 120 fólk vóru við.

Fólkini vórðu flogin við tyrlu úr Hvalba og út á Lítlu Dímun.

[object Object](Mynd: Jn.fo)

Á skránni var millum annað felagssangur, og røða frá Kristini Michelsen, løgtingsmanni og borgarstjóra. Enda varð við føroyskum dansi.

Og veðrið má sigast at hava verið við teimum, tí tað hevur víst seg frá einari heilt góðari síðu í dag.

Myndir frá degnum verða at síggja á jn.fo um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder