2019-05-06 07:09
Um vikuskiftið hava 120 úlvar ymsastaðni frá verið á legu í Leirvík. Teir hava sovið inni, men annars hava teir rokast úti alla tíðina bæði við skótakynstrum, hugna og legubáli.
Skótarnir hava klintrað, tendrað bál, siglt við kano og nógv annað. Eisini hava teir etið allar máltíðirnar uttandura, hóast veðrið ikki allatíðina hevur verið tilvildar. Hetta kann man kalla at herda børn, ella at skapa kná børn.
Í kirkjuni í dag luttóku allir hesir úlvarnir, saman við teirra dugnaligu leiðarum, við at bera fløgg, lesa bønirnar og vera klokkari. Ein leiðari var deknur og ein annar urguleikari.
- Leirvíks Páll Skótarnir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald