2024-05-04 19:31
Stór veitsla verður í kvøld í høllini á Hálsi í sambandi við at Landssjúkrahúsið er 100 ár.
Kringvarpið skrivar, at 1200 fólk vera við til stóru veitsluna, og at tað er Hotel Føroyar, sum vann útboðið um matin.
Tilboðið hjá Hotel Føroyum var 495,20 krónur fyri hvønn umframt meirvirðisgjald. Tilsamans kostar maturin til stóru veitsluna í kvøld knapt 600.000 krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald