Uttanlands

123 løgreglufólk í Fraklandi skadd undir mótmælum

Mótmælini móti fronsku stjórnini móti at hækka pensiónsaldurin halda fram

2023-03-24 10:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Ikki færri enn 123 løgreglufólk fingu skaða, tá meira enn ein millión fraklendingar í gjár fóru á gøturnar kring alt landið at mótmæla avgerðini  hjá stjórnini at hækka pensiónsaldurin við tveimum árum til 64 ár.

Franski forsetin Emmanuel Macron er undir stórum trýsti men  heldur fast við avgerðina at hækka pensiónsaldurin, hóast mongu mótmælini frá fólki á gøtuni, fakfeløgunum og øðrum. Hann hevur brúkt eina lógaráseting í fronsku grundlógini at fáa nýggja pensiónsreformin ígjøgnum Tjóðartingið.

Ì vikuni varð misálit sett fram móti forsetanum, sum hann so dánt megnaði at hóðra sær undan.

Eygleiðarar siga, at støðan er álvarslig, og at eldur verður settur á bygningar. Støðan líkist ikki sørt henni, tá teir sonevndu "Gulu vestarnir" gjørdu uppreistur kring alt Frakland móti rikna politikkinum hjá Macron stjórnini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder