Innanlands

125 á fótbóltsskúla á Toftum

Í farnu viku skipaðu FSF og B68 fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum. 125 børn og ung í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 luttóku

Í farnu viku varð skipað fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Í farnu viku varð skipað fyri fótbóltsskúla á Svangaskarði á Toftum (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2023-08-10 11:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

– Nú hava vit havt tríggjar av fýra fótbóltsskúlum, sum eru á skránni í ár, og sum heild hevur gingið sera væl. Vit eru eisini væl nøgd við tann innsats, ið feløgini hava víst, so vit gleða okkum longu til næsta summar, tá fótbóltsskúlarnir væntandi aftur verða fyriskipaðir.

Tað sigur Christina Ravnsfjall, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya við heimasíðuna hjá FSF.

Mikudagin, hósdagin, fríggjadagin og leygardagin í síðstu viku var Svangaskarð á Toftum karmur um fótbóltsskúla, har tilsamans 125 børn og ung í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13 við bæði gentum og dreingjum luttóku.

Hesaferð valdi B68 at skipa fótbóltsskúlan yvir fýra dagar. Mikudagin og hósdagin var fyri tey eldru, og síðani vóru tey yngru fríggjadagin og leygardagin.

Fjórði og seinasti fótbóltsskúlin í ár, sum FSF skipar fyri í samstarvi við HB, verður í Gundadali fríggjadagin og leygardagin, 11. og 12. august. Tá tilmeldingarfreistin var farin, høvdu 130 børn og ung melda seg til fótbóltsskúlan í Havn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder