2021-02-08 19:28

Leygardagin vórðu 126 heilsustarvsfólk og sjúklingar í serligum vandabólkum koppsett á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Nú eru í alt 4783 skamtir av koppingarevni latnar, skriva heilsumyndugleikarnir á korona.fo.
4098 fólk hava fingið fyrra prikið. 685 hava eisini fingið seinni prikið og eru liðug koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald