Seinasta árið, í tíðarskeiðnum desember 2023 til november 2024, eru góðar 12,7 milliardir krónur útgoldnar í lønum.
Tað er ein vøkstur á 731 milliónir krónur - ella 6,1 prosent - í mun til undanfarnu 12 mánaðirnar.
Hagstovan skrivar, at vøksturin í útgoldnum lønum hevur verið støðugur seinastu árini.
Vøksturin størri hjá kvinnum
Vøksturin hjá kvinnum hevur verið javnari seinastu árini, meðan lønargongdin hjá monnum í størri mun varð ávirkað av koronufarstóttini.
Í longri tíðarskeið hava menninir forvunnið umleið 60 prosent og kvinnurnar 40 prosent av samlaðu lønunum, men seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum tó verið størri hjá kvinnum.
Av samlaða vøkstrinum á 731 milliónum krónum, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 450 milliónum krónum, skrivar Hagstovan.
Lønin hjá kvinnum var tíggju prosent hægri samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar, meðan lønin hjá monnum var næstan fýra prosent hægri.
Miðallønin hjá kvinnum 32 prosent lægri
Í november var mánaðarliga miðallønin per persón 35.864 krónur - er 4,5 prosent hægri samanborið við november í fjør. Í november fingu kvinnur 28.700 krónur í miðal, sum er 32 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 42.400 krónur.
Samanborið við november árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við næstan fýra prosentum hjá monnum og næstan seks prosentum hjá kvinnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald