2020-06-26 10:04
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Talið á føroyingum, ið eru staðfestir smittaðir við korona í løtuni, er framvegis nul.
12.750 kanningar eru nú gjørdar, og tær seinastu 6.353 hava verið negativar, upplýsir Heilsumálaráðið.
Seinastu tilburðirnir í Føroyum vórðu staðfestir 22. apríl, og 8. mai varð boðað frá, at tann seinasti av teimum tilsamans 187 føroyingunum, sum høvdu fingið staðfest smittuna, var blivin frískur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald