Innanlands

12,8 milliardir útgoldnar í lønum seinastu 12 mánaðirnar

Av samlaða vøkstrinum, sum er 593 milliónir meira enn undanfarnu 12 mánaðir, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent

(Mynd: Hagstovan)

(Mynd: Hagstovan)

2025-02-17 11:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu 12 mánaðirnar eru 12,8 milliardir útgoldnar í lønum - 593 milliónir, ella 4,9 prosent meira enn undanfaru 12 mánaðirnar, skrivar Hagstovan.

Seinastu árini hevur vøksturin hjá kvinnum verið javnari enn hjá monnum. Serliga var lønargongdin hjá monnum ávirkað av koronufarstóttini. Seinastu 12 mánaðirnar hava kvinnur átt 38,9 prosent av samlaðu lønunum - eitt prosent hægri enn undanfarnu 12 mánaðirnar.

Av samlaða vøkstrinum upp á næstan 600 milliónir krónur, áttu kvinnurnar yvir 60 prosent við 370 milliónum krónum.

Samlaða útgoldna lønin hjá kvinnum var átta prosent hægri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarnu 12 mánaðunum. Hjá monnum var lønin trý prosent hægri, skrivar Hagstovan.

Í januar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 33.633 krónur, sum er 5,6 prosent hægri samanborið við januar í fjør.

Í januar fingu kvinnur 28.000 krónur í miðal. Tað er 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 38.900 krónur. Samanborið við januar í fjør er útgoldna miðallønin vaksin við yvir fimm prosentum hjá monnum og seks prosentum hjá kvinnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder