2020-06-27 17:51
Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við koronasmittuni. Hetta byggir á í alt 12.974 kanningar.
Síðani tølini í gjár eru 224 kanningar lagdar afturat.
Í alt hava 187 føroyingar fingið staðfest koronasmittuna, og allir 187 eru staðfestir frískir.
Eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur í Føroyum síðani 22. apríl. Sostatt hevur eingin fingið staðfest smittu í teimum seinastu 6.577 kanningunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald