
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir í morgun, at trý smærri ferðsluóhapp vóru í gjárkvøldið. Tvey fóru fram í Klaksvík – í báðum førum breyt bilførarin treytaðu víkiskylduna. Hetta kann geva treytaða frádøming av koyrikortinum.
Við brúnna um Streymin helt ein bilførari ikki frástøðuna og so komu smærri skaðar á bilarnar. Ov lítil frástøða kann geva klipp í koyrikortið.
Meðan landsdysturin millum Føroyar og Malta var á Tórsvølli, var ferðslupatruljan úti. Hetta førdi til, at 13 bilar fingu parkeringsbót.
Annars var púra friðarligt í nátt – sjálvt um føroyingar vóru sera glaðir eftir sigurin á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald