2019-05-28 08:22
Í minsta lagi 18 persónar, harav 13 børn, vórðu í morgun álopini í japanska býnum Kawasaki. Ein skúlagenta og álopsmaðurin eru deyð.
Álopsmaðurin hevði ein knív í hvørjari hond, tá hann leyp á við eitt busssteðgipláss í morgun lokala tíð. Sambært einum bussførara vóru tað serliga børnini, sum álopsmaðurin royndi at leypa á.
Ein talsmaður fyri einum sjúkrahúsi í býnum sigur, at har eru fimm fólk til viðgerðar eftir álopið og at støðan hjá fýra teirra er lívshættislig.
Álopsmaðurin stakk seg sjálvan í økslina og í nakkan áðrenn hann varð afturhildin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald