Uttanlands

13 fólk deyð í flogvanlukku í Russlandi

Jagaraflogfar datt niður undir venjing yvir býin Jejsk

Íbúðabygningurin er illa farin (Mynd: EPA)

Íbúðabygningurin er illa farin (Mynd: EPA)

2022-10-18 07:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein ógvuslig vanlukka hendi í gjárkvøldið, tá eitt russiskt jagaraflogfar av slagnum Su-34 datt niður yvir býin Jejsk við Azovhav.

Fleiri tons av brennievni sprongdist, tá flogfarið datt niður í eitt íbúðarøki og eldur kom í minst 17 íbúðir í einum bygningi við níggju hæddum.

Í gjárkvøldið varð sagt, at fýra fólk høvdu latið lív, men í morgn frættist, at talið av deyðum eftir vanlukkuna er komið upp á 13, skrivar Reuters. Harumframt eru 19 fólk innløgd við løstum.

Tað var undir flogvenjing, at tað knappliga kom eldur í ein av motorunum á jagaraflogfarinum. Sambært AP er talan um tíggjunda flogfarið hjá russisku verjuni sum dettur niður undir venjing síðani innrásin í Ukraina byrjaði.

90.000 fólk búgva í Jejsk, sum liggur í Asovhavi innan fyri Krim hálvoynna. Jensk liggur beint yvir av ukrainska havnabýnum, Mariupol. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder