Uttanlands

13 franskir hermenn deyðir í tyrluvanlukku

Vóru sendir til Mali at berjast móti yvirgangsdeildum

Savnsmynd av franskari tyrlu á flogi í Mali (Mynd: EPA)

Savnsmynd av franskari tyrlu á flogi í Mali (Mynd: EPA)

2019-11-26 10:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

13 franskir hermenn eru deyðir í eini tyrluvanlukku í afrikanska landinum Mali.

Franski forsetin, Emmanuel Macron upplýsir, at hermenninir doyðu, tá tvær tyrlur rendu saman meðan tær vóru úti á uppgávu í stríðnum móti islamistum.

Forsetaskrivstovan upplýsir sambært fronskum miðlum, at ein stríðstyrla av slagnum Tiger og ein flutningstyrla av slagnum Cougar vóru við í vanlukkuni í Menaka-landslutinum í landsynningspartinum av Mali.

Hermenninir vóru við í fronsku Operation Barkhane, sum hevur til endamáls at berja niður islamistisku yvirgangsdeildir í Sahel-landslutinum. 4.500 franskir soldatar eru sendir til økið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder