2021-10-10 21:44

Talið av nýggjum koronutilburðum er framvegis høgt dagliga. Í gjár vóru 13 tilburðir staðfestir í 1082 kanningum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum. Í 11 førum eru smittukeldurnar kendar, í tveimum førum eru smittukeldurnar ikki kendar, upplýsa myndugleikarnir á corona.fo.
Í løtuni eru 132 fólk positiv við koronu í Føroyum. Hetta er tað hægsta talið síðani miðjan juli tá 133 fólk vóru positiv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald