Mentan

13. kvøldsdansur í Sjónleikarahúsinum í kvøld

Hjá fleiri er tað blivin siðvenja at fara til 13. kvøldsdansin hjá Tøkum lætt

(Mynd: Tøkum lætt)

(Mynd: Tøkum lætt)

2020-01-11 12:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aftur í ár skipar Tøkum Lætt fyri tí vælumtókta 13. kvølds dansi, sum í ár verður í kvøld, 11. januar. Dansað verður í Sjónleikarahúsinum, byrjað verður klokkan 22. 

Smurt breyð, kaffi og te og smákøkur verða at fáa út á náttina, siga fyriskipararnir.

Hetta er 25. ferð at Tøkum lætt skipar fyri hesum tiltakinum og tað vísur seg, at hesin dansurin er blivin ein traditión hjá nógvum, sigur Tøkum lætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder