Eitt ukrainskt rakettálop í Donetsk-landslutinum hevur kravt í minsta lagi 25 mannalív, siga russist útnevndir myndugleikar í økinum í dag.
Lopið var á eitt handilsøki í høvuðsbýnum í landslutinum, ið eisini verður nevndur Donetsk.
Sambært tíðindastovuni Reuters hevur ukrainski herurin ikki viðmerkt álopið.
Donetsk er ein av fýra ukrainskum landslutum, sum er hersett av Russlandi, og sum sambært russisku stjórnini í fjør gjørdist partur av Russlandi. Tey flestu londini í heiminum hava tó ikki viðurkent økið sum partur av Russlandi.
Fyrrapartin varð upplýst, at 13 persónar høvdu latið lív í álopinum, men talið er nú broytt til 25.
Dagførd kl. 14.28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald