13 tilburðir staðfestir í gjár

10 av teimum eru partur av kendum smittukeldum, og hini trý eru staðfest positiv við kanning á øðrum og fjórða degi eftir komu til Føroya

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2021-10-07 19:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í gjár vóru 13 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

10 persónar eru smittaðir í Føroyum av kendum smittukeldum. Hini trý eru staðfest smittað við kanning á øðrum og fjórða degi eftir komu til Føroyar.

1519 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 128 smittað í Føroyum, og tveir persónar eru innlagdir.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder