Listi F, sum stillaði upp fyri fyrstu ferð til valið 2016 og fekk trý umboð, er nú klárur við valevnislistanum til kommunuvalið 10. november.
Á listanum hesuferð eru 13 valvni – fimm kvinnur og átta menn, verður boðað frá í tíðindaskrivi.
– Listi F ynskir, at fólkavøksturin í Fuglafjarðar kommunu skal vaksa. Hetta skal gerast við at fjøltátta bústaðarmarknaðin við eldra-, lestrar- og leigubústøðum, umframt at fleiri grundstykkir skulu útvegast bæði á Hellinum, Kambsdali og Fuglafirði. Málið er at 2050 fólk búgva í Fuglafjarðar kommunu í 2050.
– Trivnaðurin hjá familjuni, børnum okkara, ungdómi og okkara eldru borgarum skal verða teir bestu. Fríøkir og vegakervi skal gerðast betri, bæði inni í bygdinum og millum bygdir. Vinnan, fólki og kommuna skulu øll virka í felagskapi.
Listi F stendur fyri Framburð, Framskygni, Framtíð og Fólkavøkstur
Tey sum umboða Lista F til býráðsvalið í Fuglafjarðar kommunu eru hesi:
- David Andreasen, Kambsdalur
- Dávur Juul, Fuglafjørður
- Eivin Sigurð Breiðaskarð, Fuglafjørður
- Georges Rouah, Fuglafjørður
- Jens Kjartan Feilberg, Fuglafjørður
- Jonn Sólheim Thomsen, Fuglafjørður
- Jórun Eið Johannesen, Hellurnar
- Kári Blábjørg, Fuglafjørður
- Leif André Eliassen, Fuglafjørður
- Maria á Boðanesi, Fuglafjørður
- Marita Øre, Fuglafjørður
- Sheila Sigurdsdóttir, Fuglafjørður
- Steintóra Nesá, Fuglafjørður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald