2021-10-12 10:35

Nú eru tilsamans 75.546 koronukoppsetingar gjørdar í Føroyum. 38.719 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, 36.800 fólk hava fingið seinnu koppsetingina, og 27 fólk eru nú koppsett tríggjar ferðir.
Hetta svarar til, at 72,3 prosent av fólkinum nú eru koppsett fyri koronu, og at 68,7 prosent hava fingið seinna prik, skrivar corona.fo.
Í gjár vórðu 132 fólk koppsett. 56 fólk fingu fyrra prikið, 72 fingu tað seinna, og fýra fólk fingu triðja prikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald