Uttanlands

14 ákærd fyri at deila sjónband av drápinum av skandinavisku gentunum í Marokko

118 danir eru meldaðir fyri at deila sjónbandið har Louisa Vesterager Jespersen og Maren Ueland verða dripnar

2019-03-07 12:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

14 danir verða ákærdir fyri at hava deilt sjónbandið, har ein sær løtuna, tá danska Louisa Vesterager Jespersen og norska Maren Ueland verða dripnar.

Danska løgreglan hevur kannað 118 sakir, har børn og vaksin eru meldaði fyri at hava deilt sjónbandið, og hevur avgjørt at ákæra 14 persónar. Tvey av teimum ákærdu eru yngri enn 15, meðan tann elsti er 69 ár. Kanningararbeiðið er enn ikki liðugt.

Teir 14 persónarnir hava í flestu førunum deilt sjónbandið gjøgnum Facebook Messenger og øðrum sosialum miðlum.

Tveir av persónunum eru ákærdir fyri alment at hava tikið undir við yvirgangsatsóknini.

Seks av teimum ákærdu eru millum 13 og 18 ár, trý eru millum 22 og 36 ár, meðan fimm eru millum 45 og 69 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder