Uttanlands

14 ára gomul drap ein og særdi trý á russiskum skúla

Hevði pumpgun-høglbyrsuna hjá pápanum við í skúla

2023-12-07 11:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein 14 ára gomul genta skjeyt og drap ein annan næming og særdi minst tríggjar persónar, áðrenn hon drap seg sjálva á einum skúla í russiska býnum Bryansk í gjár. Tað upplýsa russisk løgreglufólk fyri Reuters.

- Fyribils kanningar benda á, at 14 ára gamla gentan tók pumpgun-høglbyrsuna hjá pápa sínum við í skúla og fór at skjóta móti sínum floksfeløgum í 8. flokki. Ein var dripin og trý særd av gentuni, sum síðan vendi byrsuna móti sær sjálvari, verður sagt í frágreiðingini hjá løgregluni.

Skottilburðurin hendi á Miðnámsskúla Nummar Fimm miðskeiðis í Bryansk, sum liggur nær markinum til Ukraina, og fleiri ferðir hevur verið raktur at dronuálopum og rakettálopum.

Fleiri skúlaskjótingar hava verið í Russlandi hesi seinastu árini.

Í september í fjør fór ein fyrrverandi næmingur inn á ein skúla í Isjevsk og skjeyt og drap 18 persónar, harav 11 børn, áðrenn hann framdi sjálvmorð.

Gerningsmaðurin var klæddur í svørtum við reyðum hakakrossi í reyðum ringi á troyggjuni. Fleiri børn vórðu særd í álopinum.

Í mai 2021 drap ein vápnaður tannáringur sjey børn og tvey vaksin í býnum Kazan í Tatarstan. Sama ár drap ein tannáringur seks fólk á einum universiteti í Perm í Ural.

Í 2018 drap ein 18 ára gamal lesandi 20 fólk, flest teirra eisini lesandi, í eini hópskjóting á einum miðnámsskúla á Krim, sum Russland hertók frá Ukraina í 2014, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder