Innanlands

14 milliardir útgoldnar í lønum seinasta árið

Vøkstur var serliga stórur hjá teimum, sum arbeiða innan botnfiskaveiðu, har lønirnar eru vaksnar við næstan 45 prosentum

(Savnsmynd: Hagstovan)

(Savnsmynd: Hagstovan)

2026-07-17 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í tíðarskeiðnum juli 2025 til juni 2026 vórðu 14 milliardir útgoldnar í lønum í Føroyum. Hetta er ein vøkstur á 795 milliónir – ella seks prosent – í mun til undanfarnu tólv mánaðirnar. 

Størsti vøkstur í krónum áttu tey, sum arbeiða innan landbúnað, skógrøkt og fiskiveiðu. Vøkstur var serliga stórur hjá teimum, sum arbeiða innan botnfiskaveiðu, har lønirnar eru vaksnar við næstan 45 prosentum, skrivar Hagstovan.

Eisini varð stórur lønarvøkstur innan flutnings- og goymsluvinnuna, framleisðluvinnuna og heilsu- og almananverkið.

Av samlaðu útgoldnu lønini seinastu tólv mánaðirnar áttu menn 62 prosent. Eisini áttu menn størra partin – 67 prosent – av lønarvøkstrinum, tá samanborið var við undanfarna tíðarskeið.

Lønin hjá monnum var 6,6 prosent hægri fyri seinastu tólv mánaðirnar samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar. Hjá kvinnum var vøksturin 5,1 prosent, skrivar Hagstovan.

Vøksturin á útgoldnum lønum var størst hjá privatum arbeiðsgevarum, har vøksturin var 7,1 prosent. Hjá almennum arbeiðsgevarum var vøksturin 4,4 prosent.

Tey, sum vóru búsitandi í Sandoynni hava havt størsta vøkstur við 12,6 prosentum, og tey, sum vóru búsitandi í Norðurstreymoy høvdu minsta vøkstur við 3,9 prosentum. Til løntakarar búsitandi uttanlands var útgoldna lønin tvey prosent hægri í mun til undanfarnu tólv mánaðirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder