Fíggjarnevndin í løgtinginum hevur á fundi í dag játtað Tjóðsavninum 1,4 milliónir krónur í eykajáttan.
Hetta er í sambandi við ógvusligan blámusoppavøkstur á høvuðsgoymsluni, og hesir pengar skulu brúkast til at bjarga gripunum.
- Soppavøksturin versnar støðugt, og soppavøksturin er nú sjónligur á gripunum. Taå er tí bráðneyðugt at fáa gripirnar út úr goymsluni, reinsaðar og lagdar á aðra goymslu, eitt nú á goymsluni hjá Tjóðsavninum í Smiðjugerði, verður sagt í umbønini til fríggjarnevndina frá Ruth Vang og Sirið Stenberg, landsstýriskvinnum.
Fíggjarnevndin var samd um at játta umbidnu upphæddina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald