Innanlands

14 nýggir koronutilburðir

Fýra eru partur av ókendum smittukeldum, og nú eru 48 persónar smittaðir við koronu í Føroyum. Nógvar kanningar vórðu gjørdar í gjár - 1846 av slagnum

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2021-07-08 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

14 nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Hetta merkir, at tað í løtuni eru 48 persónar smittaðir við koronu í Føroyum. Sambært tølunum frá í gjár er eingin persónum innlagdur í samband við smittu.

Fýra av teimum nýggjum tilburðunum eru staðfestir hjá fólki, ið eru komin inn í landið. Trý av teimum úr ferðalagið úr Mallorca, sambært Kringvarpinum.

Av hinum tíggju eru seks tilburðir partur av kendari smittukeldu, meðan fýra eru frá ókendum smittukeldum, skrivar corona.fo.

1846 kanningar vórðu gjørdar seinasta samdøgrið, og talan er harvið um eitt lágt positivprosent. Tilsamans eru nú gjørdar 321.907 koronukanningar í Føroyum.

817 persónar hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. 768 persónar eru staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder