Uttanlands

14 persónar handtiknir fyri ætlanir um yvirgangsálop

13 vórðu handtiknir í Danmark og ein í Týsklandi

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-02-12 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska løgreglan hevur handtikið 13 fólk, meðan týska løgreglan hevur handtikið ein persón, sum er undir illgruna fyri at hava ætlanir um eitt yvirgangsálop í antin Danmark ella Týsklandi.

Fregnartænastan hjá donsku løgregluni, PET sigur, sambært Reuters, at tað er sannlíkt, at hesi fingu íblástur frá islamiskum yvirgangsbólkum.

PET sigur, sambært DR, at mann hevur funnið evni, sum verða brúkt til framleiðslu av bumbum. Eisini hevur mann funnið vápn og eitt IS flagg.

Sjey av teimum handtiknu í Danmark eru skuldsett fyri "forsøg på overtrædelse af straffelovens skrappeste terrorparagraf", upplýsir PET. Upplýst verður ikki, hvat hini eru vorðin handtikin fyri.

Týski miðilin Der Spiegel skrivaði í gjár, at tríggir beiggjar úr Sýria vóru millum tey handtiknu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder