Innanlands

14 starvsdagar í Lava- og Luddalon

Hósdagin var samkoma í Lava- og Luddalon á Tjarnargarði í Havn í sambandi við, at 14 starvsfólk høvdu starvsdag – Tey flestu høvdu verið í tænastuni í 10-20 ár, meðan tvey starvsfólk kundu hátíðarhalda meira enn 35 ár í starvinum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-19 13:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin var samkoma í Lava- og Luddalon á Tjarnargarði í Havn, har 14 starvsfólk hátíðarhildu starvsdagar. Tvey av starvsfólkunum høvdu verið í tænastuni í meira enn 35 ár, og hini millum 10 og 20 ár.

- Tað er so ótrúliga lívsjáttandi at uppliva starvsfólk, sum gjøgnum fjølbroyttar arbeiðsuppgávur hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív, sum kortini stórtrívast á arbeiðsplássinum, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum eisini luttók í hátíðarhaldinum.

- Tað kann aldri yvirmetast, hvussu stóran týdning tað hevur at hava so trúgv starvsfólk. Fyri okkum í Tórshavnar kommunu hava trúføst starvsfólk sera stóran týdning, tí tey eru okkara barometur í sambandi við trivnaðin á arbeiðsplássunum.

- Tað hevur samstundis stóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív, segði Heðin Mortensen í røðu sínari. Øll røðan kann lesast her.

Starvsfólkini, sum høvdu starvsdag vóru:

  • Mariane Haraldsen, 11 ár
  • Olga Klementsen, 12 ár
  • Malan Thomsen, 12 ár.
  • Elkin Hammer, 10 ár.
  • Ragnhild Rasmussen, 10 ár.
  • Ragnhild Rubeksen, 10 ár
  • Marjun Hentze, 10 ár
  • Inga Hansen, 10 ár
  • Lív K. Askham, 11 ár.
  • Sóley Nattestad, 15 ár.
  • Maria Rønning Hansen, 17 ár.
  • Jensina av Húsabrúgv, yvir 20 ár
  • Annebeth Krog, yvir 35 ár
  • Lona Poulsen, 35 ár
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder