Innanlands

14.000 tinglýsingarskjøl í 2021

Tað er seks prosent fleiri enn árið fyri – Tey flestu eru um fastogn

Klaksvík (Mynd: Hagstovan)

Klaksvík (Mynd: Hagstovan)

2022-04-08 18:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í fjør vórðu um 14.000 rættindaskjøl av ymiskum slagi tinglýst – seks prosent fleiri enn fyrra árið.

Nógv tey flestu vóru fastognarskjøl, ið vóru trý prosent fleiri, meðan tað vórðu tinglisin 16 prosent fleiri skjøl um akfør. Tinglesing um annað leysafæ minkaði 11 prosent.

Áðrenn fíggjarkreppuna øktust tinglýsingarnar støðugt til tað mesta í 2008 við 22.000, men so fór tað næstan niður í helvt árið eftir og minkaði niður í 9.500 í 2012. Talið á tinglýsingunum vaks síðani spakuliga aftur, og síðstu fimm-seks árini hava tinglýsingarnar verið millum 12.000 og 14.000, skrivar Hagstovan.

Nógv flestu tinglýstu skjølini eru um fastogn so sum skeyti og øðrum ognarheimildarskjøl og lániskjøl –  73 prosent av øllum. Lániskjøl og annað viðvíkjandi akførum eru 25 prosent, og tey síðstu tvey prosentini eru viðvíkjandi leysafæ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder