Innanlands

141 fólk í Norðoyggjum koppsett um vikuskiftið

Nú eru 7,2 prosent av fólkinum í Føroyum liðugt koppsett – Meira koppingarevni kemur til landið mikukvøldið, og koppsetingin verður eftir ætlan tikin uppaftur hósdagin

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

2021-03-08 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið vórðu 141 fólk í Norðoyggjum koppsett fyri korona. Sjey teirra fingu fyrru koppsetingina, og 134 fingu seinnu koppsetingina, og eru tey sostatt liðugt koppsett.

Tey flestu av teimum koppsettu eru búfólk á røktarheimum.

Við hesum eru tilsamans 8.068 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 4.260 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, meðan 3.808 hava fingið báðar koppsetingarnar og eru liðugt koppsett.

Hetta svarar til, at átta prosent av fólkinum í Føroyum hava fingið fyrru koppseting, meðan 7,2 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett.

Nú er ein lítil steðgur í koppsetingini, til næsta sendingin við koppingarevni kemur til landið.

Sambært corona.fo kemur nýggj sending við flogfarinum mikukvøldið, og síðani verður koppsetingin tikin uppaftur hósdagin. Tá eru tað fólk á bústovnum hjá Almannaverkinum, sum verða koppsett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder