Innanlands

1418 nýggj gravstøð við Velbastaðvegin

Nýggja økið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegnum í Havn er ikki minni enn 12.000 fermetrar til støddar

(Mynd: Torshavn.fo)

(Mynd: Torshavn.fo)

2022-03-04 12:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tað kann tykjast um ein lítil útbygging í mun til stóra kirkjugarðin við Velbastaðvegin, so er nýggjasta útbyggingin ómetaliga stór. Samlaða nýggja økið er ikki minni enn 12.000 fermetrar og har er pláss fyri 1418 gravstøðum.

Umframt tey 1418 gravstøðini eru gjørd 60 parkeringspláss aftrat, vegurin í Vika er gjørdur av nýggjum, har ein triðings kilometur av vegi nú hevur 5 metra vegbreyt og tveir metra gongubreyt. Gøtuljós eru eisini gjørd við vegin og við høvuðsgøturnar inni í kirkjugarðinum.

Høvuðsarbeiðstakari hevur verið Konsax Sp/f. Undirveitarar hava verið Elnet Sp/f, sum hava gjørt elarbeiðið í sambandi við gøtuljósini, og EM-Asfalt, sum hava gjørt alt asfaltarbeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder