
Archibald Black var í dag á gátt á býráðsskrivstovuni í Klaksvík og handaði borgarstjóranum, Karl Johansen, mótmælisundirskriftir. Klaksvíkar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tey í alt 1.460 fólkini mótmæla staðsetingini av nýggja húsarhaldssskúlanum.
- Endamálið við mótmælisskrivinum, er at heita á Klaksvíkar býráð, um at finna aðra staðseting til Føroya Húsarhaldsskúla. Stigtakarnir siga eisini, at endamálið ikki er at steðga arbeiðinum við einum nýggjum húsarhaldssskúla, men heldur at økið á Biskopsstøð verður varðveitt sum eitt søguligt varðveitingarøki.
Ætlanin er at byggja nýggjan Húsarhaldsskúla við Biskopstorgið - mitt í Klaksvík har sum kappróðrarneystið er nú. Bygningurin skal eftir ætlan vera liðugur næsta ár. Nýtt kappróðrarnesyt verður í løtuni bygt á útstykkingini stutt harfrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald