Uttanlands

15 ára gamal handtikin fyri dráp í Malmø

Ein 31 ára gamal maður sum er kendur av løgregluni doyði, tá ein 15 ára gamal drongur læt skot av í handilsmiðstøð

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-20 11:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein 31 ára gamal maður, sum er “sera kendur av løgregluni” doyði tá skot vórðu latin av í handilsmiðstøðini Emporia í Malmø seinnapartin í gjár.

Løgreglan hevur handtikið ein 15 ára gamlan drong í málinum.

Tað skrivar danska TV2 á heimasíðuni.

Drongurin er ikki úr Malmø, men úr Gøteborg, og alt bendir sambært løgregluni á, at hann var einsamallur um gerðina.

Skottilburðin kravdi lívið av einum manni, og nógv bendir á, at tað eisini var endamálið hjá tí 15 ára gamla. Ein 39 ára gomul kvinna, sum tilvildarliga gekk framvið, var eisini álvarsliga særd av skotunum.

Svenskir miðlar skriva, at tann deyði hevði tilknýti til bandan Satudarah.

Tann 15 ára gamli noktar seg sekan, sigur svenski ákærumyndugleikin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder