Ófriður hevur verið í fleiri støðum í Malmø leygarnáttina, eftir at danski politiski flokkurin Stram Kurs skipaði fyri brenning av koranum.
Sambært løgregluni í Malmø komu nøkur løgreglufólk til skaða undir ófriðinum, har svenska løgreglan handtók 15 fólk.
Seks fólk eru handtikin fyri rasismu í samband við eitt mótmæli, ið ikki var góðkent av myndugleikunum. Fleiri av teimum hava eftir øllum at døma tilknýti til Stram Kurs.
Leiðarin í Stram Kurs, Rasmus Paludan, var ávegis til Svøríki fríggjadagin, men varð steðgaður av svensku løgregluni, og fekk samstundis innferðarbann í tvey ár.
Sambært svenskum miðlum settu fólk frá Stram Kurs eld í koranir fríggjamorgunin. Hetta førdi í fyrstu syfti til friðarligt mótmæli í Rosengården.
Men seinna øktist mótmælini í Amiralgatan, har fleiri hundrað fólk mótmæltu og settu eld á bildekk og tendraðu fýrverk.
Seinni leyp ein bólkur av mótmælisfólkum á løgregluna, sum ikki fekk tamarhald á støðuna fyrr enn klokkan 2.30 leygarnáttina.
Meðan ófriðurin gekk fyri seg royndi imamurin Samir Muri, at sissa mótmælisfólkini. Fyrst á Facebook og seinni, saman við øðrum immamum, á sjálvum staðnum har mótmælini vóru, men lítið hjálpti og mótmælini hildu fram.
Svenska løgreglan brynjar seg til nýggj mótmæli í kvøld, og hevur sett fólk inn í fleiri støðum í býnum, sambært Aftonbladet.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald