Uttanlands

15 grindahvalir skotnir í Grønlandi

Í farnu viku vóru hvalirnir fangaðir og skotnir nærindis Nanortalik í Vesturgrønlandi

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

Savnsmynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto

2019-09-11 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku vórðu 15 grindahvalir fangaðir nærindis Nanortalik í Vesturgrønlandi. Tað skrivar grønlendski miðilin KNR.

Hetta kom óvart á veiðumenninar, sum ikki vóru vanir at fanga so nógvar grindahvalir.

- Tað er fyrstu ferð, eg havi sæð so nógvar grindahvalir savnaðir á einum staði, segði ein av veiðumonnunum við KNR.

Átta jollur vóru við at reka grindina inn móti land, áðrenn teir vórðu dripnir.

- Vit drupu teir við riflum. Tað var eitt sindur avbjóðandi at byrja við, men vit funnu útav hvar og hvussu, teir skuldu skjótast, so teir kendu so lítla pínu sum gjørligt.

Sambært grønlendska miðlinum er tað ikki heilt óvanligt, at grindahvalir koma til Vesturgrønlands. Grindhvalir eru ikki umfataðir av nakrari kvotu í Grønlandi, men kortini skulu teir skrásetast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder