Innanlands

15 hálkuóhapp um vikuskiftið

Talan hevur sum heild ikki verið um nakað álvarligt, og eingin hevur fingið skaða, tó er onkur sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur løgreglan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2023-12-04 08:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu dagarnar hevur veirð óvanliga hált, og í hesum sambandi hevur løgreglan skrásett eini 15 ferðsluóhapp.

Í flestu førum hevur tað tó ikki verið nakað álvarsligt, og eingin fólkaskaði hevur verið, tó at onkur er sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Í einum føri rendu tveir bilar saman - hetta var leygarnáttina í Kaldbaksbotni - annars hevur talan bara verið um bilførarar, sum hava mist tamarhaldið og eru farnir á glið í hálkuni.

Lagt verður afturat, at eingin av bilunum koyrdi við summardekkum, so tað hevur ikki verið tað, sum var orsøkin.

 Koyrilíkindini hjá Landsverki síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder